Open betaOpin beta STERK is now open. Find work, request a crew or sign in. STERK er nú opið. Finn arbeiði, bið um manning ella rita inn.

Legal

Almennar Treytir

Almennar treytir fyri veiting av starvsfólki
General Conditions for Staffing Services

Galdandi frá: 6. oktober 2026  |  Útgáva: 1.0

Showing the published version 1.0 of 6 Oct 2026Vísir útgivnu útgávuna 1.0 frá 6. oktober 2026

Hesar Almennu Treytir galda fyri allar veitingar av starvsfólki frá STERK. Treytirnar eru ein partur av øllum samstarvsavtalum og Prísir-skjølum, sum verða undirskrivað millum STERK og kundan.

Hesar Almennu Treytir ("Treytirnar") eru galdandi fyri alt samstarv millum Sp/F STERK ("STERK" ella "Vikarfyritøkan") og kundan ("Brúkarafyritøkan"), sum undirskrivar ella í STERK-appini góðkennir eitt Prísir-skjal við STERK. Við at undirskriva ella góðkenna Prísir-skjalið, góðtekur Brúkarafyritøkan hesar treytir.

Treytirnar eru ávístar í Prísir-skjalinum og eru bindandi fyri báðar partar.

Fyri nýtt samstarv er galdandi útgáva tann útgávan, sum Prísir-skjalið vísir til, og sum Brúkarafyritøkan góðtekur. sterk.fo/treytir vísir nýggjast útgivnu útgávuna. Ein nýggj útgáva broytir ikki sjálvvirkandi treytirnar hjá eini verandi Brúkarafyritøku; hon fær bert gildi fyri hesa Brúkarafyritøkuna eftir kravdari skrivligari fráboðan og frá ásetta gildisdegnum, ella um partarnir góðtaka hana serstakt.

§ 1  Týðingar

  • 1.1 "Vikarfyritøkan" er Sp/F STERK, Skrás-nr. 8240, Garðavegur 57, 700 Klaksvík.
  • 1.2 "Brúkarafyritøkan" er kundin, sum hevur undirskrivað ella í STERK-appini góðkent Prísir-skjal við STERK.
  • 1.3 "Starvsfólk" eru teir, sum STERK veitir at arbeiða hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 1.4 "Prísir-skjal" merkir tann undirskrivaða ella í STERK-appini góðkenda prísavtalan, sum ásetur flat-rate tímaprísirnar, arbeiðsskipanina, gildisdagin og galdandi útgávu av hesum treytum.
  • 1.5 "STERK-appin" merkir talgildu loysnina hjá STERK fyri kundar, á kaganum og á telefonini.

§ 2  Skyldur og Ábyrgd

STERK hevur ábyrgd av:

  • 2.1 Løn, skattur, sosial gjøld og allir lønarútreiðslur sambært galdandi kollektivu avtalu.
  • 2.2 Arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og at tryggja at øll lógarlig krøv eru uppfylt.
  • 2.3 Bústaður, møblering og reingerð.
  • 2.4 Ferðing (rotasjón): Flogferðir og Airport-shuttle.
  • 2.5 Arbeiðsklæði og skógvar.
  • 2.6 Tryggingar: arbeiðsskaða, ferða, lívs og brásjúkratrygging.
  • 2.7 Rekruttering, umsiting og øll daglig handfaring av starvsfólki uttanfyri arbeiðsplássið.
  • 2.8 Útskiftingartrygd: STERK tryggjar at senda nýtt starvsfólk, um veitt starvsfólk ikki uppfyllir krøv, innan rímiliga tíðarfreist.
  • 2.9 STERK hevur rætt at umskipa ella skifta starvsfólk millum Brúkarafyritøkur, um tað er neyðugt fyri rakstur ella um likaverdugt starvsfólk verður veitt í staðin. STERK boðar Brúkarafyritøkuni frá áðrenn og tryggjar at nýggja starvsfólkið hevur samanberuligan førleika og royndarstig.

Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av:

  • 2.10 Leiðslu og vegleiðing á arbeiðsplássinum. Starvsfólkið arbeiðir undir leiðslu og eftirliti hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 2.11 Eitt trygt arbeiðsumhvørvi og at virða galdandi sáttmálar og reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
  • 2.12 Útvéga neyðug amboð, trygdarbrillur, oyravernd og trygdahjálmar.
  • 2.13 At upplýsa STERK um øll viðkomandi setanarviðurskifti áðrenn starvsbyrjan.

§ 3  Prísir og Fakturering

  • 3.1 Flat-rate tímaprísurin pr. starvsfólk er ásettur í Prísir-skjalinum eftir avtalaðu arbeiðsskipanini. Sami flat-rate tímaprísur verður nýttur til allar góðkendar arbeiðstímar, sum ikki eru YT4 sambært § 3.2, eisini tá arbeiðstíðin av og á víkir frá væntaðu arbeiðsskipanini. Royndir, løn og lønarviðbøtur hjá einstaka starvsfólkinum broyta ikki kundaprísin, uttan so at Brúkarafyritøkan sjálv skrivliga góðtekur eina persónliga viðbót til eitt ávíst starvsfólk; tá hækkar tímaprísurin fyri hetta starvsfólkið við tí kostnaði, sum viðbótin hevur við sær. Um ein undirskrivað kundaavtala ella uttanhýsis prísskjal beinleiðis ásetur ein annan faktureringarhátt, er tað skjalið galdandi fram um §§ 3.1–3.3 fyri tey viðurskifti, sum tað ásetur.
  • 3.2 YT4-tímar — arbeiði sunnudagar og tey tíðarskeið á almennum halgidøgum og hálvum halgidøgum, sum galdandi Prísir-skjal flokkar sum YT4 — verða faktureraðir fyri seg við YT4-tímaprísinum í Prísir-skjalinum. YT4-tímaprísurin stendur í Prísir-skjalinum og er hin sami óansæð arbeiðsskipan og hvør arbeiðir. Broytingar fylgja §§ 3.6 og 3.7.
  • 3.3 STERK skrásetur, um góðkendir arbeiðstímar regluliga liggja uttan væntaðu arbeiðsskipanina. Einstøk ella tilvildarlig frávik broyta ikki galdandi flat-rate tímaprísin og verða ikki eftirfakturerað bara tí, at tey eru frávik. Mynstrið verður kannað leypandi og í minsta lagi kvartalsvíst. Er broytingin varandi ella munandi, taka partarnir arbeiðsskipanina og prísin upp til framtíðar endurskoðan. Ein príslig broyting fær bert gildi frameftir við dagførdum Prísir-skjali og kravdari fráboðan; einki eyka gjald verður lagt afturvirkandi á bert vegna staðfesta frávikið.
  • 3.4 Fakturerað verður aðru hvørja viku, grundað á góðkendar arbeiðstímar. Brúkarafyritøkan góðkennir tímarnar hjá hvørjum starvsfólki í STERK-appini: formaðurin ella verkætlanarleiðarin (ella onnur leiðsla hjá Brúkarafyritøkuni) kann góðkenna tímarnar fyri hvønn liðugan arbeiðsdag við endan á degnum ella morgunin eftir, og vikugóðkenningin verður gjørd í STERK-appini. Aðru hvørja viku fær Brúkarafyritøkan eisini eitt leinki at kanna og góðkenna tímarnar við. Tímarnir skulu vera góðkendir seinast mánadag kl. 12:00 fyri seinastu tvær vikurnar. Eru tímarnir ikki góðkendir í tíð, verða skrásettu tímarnir lagdir til grund fyri fakturering; Brúkarafyritøkan kann gera viðmerkingar til tímarnar, til fakturin er goldin.
  • 3.5 Allir fakturar skulu gjaldast innan 7 dagar frá móttøku. Seinkað gjald kann føra til rentu á 1,5% pr. byrjaðan mánaðan og/ella steðg í tænastuveiting.
  • 3.6 STERK kann eina ferð um árið, við gildi frá 1. januar, javna flat-rate tímaprísirnar fyri at endurspegla broytingar í ikki-lønartengdum kostnaði við at veita starvsfólkatænastuna. Hetta fevnir m.a. um bústað, streym, hita, vatn, internet, reingerð, lokala ferðing, arbeiðsklæði/PPE, tryggingar, ferðing, umsiting og annan rakstrarkostnað. Javningin kann byggja á skjalprógvaðar kostnaðarbroytingar og/ella nýggjasta viðkomandi brúkaraprístal frá Hagstovu Føroya. Javningin fevnir um ikki-lønartengdu kostnaðarpartarnar av tímaprísinum og kemur ikki í staðin fyri serligar javningar sambært § 3.7 ella § 18.2. STERK gevur í minsta lagi 30 daga skrivliga fráboðan og sendir ella ger tøkt í STERK-appini dagført Prísir-skjal, áðrenn árliga kostnaðarjavningin fær gildi.
  • 3.7 Broytingar í sáttmálaløn, yvirtíðarsatsum, pensjón, frítíðarløn, skattum, lógarásettum gjøldum, tryggingarkrøvum, lóggávu ella øðrum kravdum setanarkostnaði kunnu verða lagdar afturat flat-rate tímaprísinum serstakt frá árligu kostnaðarjavningini. Slíkar prísbroytingar kunnu fáa gildi frá sama degi, sum viðkomandi kollektiva avtala, lóg, myndugleikakrav ella kravda kostnaðarbroyting fær gildi. Um slík broyting verður samtykt, undirskrivað ella almannakunngjørd eftir gildisdagin, kann STERK eftirfakturera munin fyri arbeiðstímar frá gildisdegnum. STERK gevur Brúkarafyritøkuni skrivliga fráboðan so skjótt sum rímiliga gjørligt og sendir ella ger tøkt í STERK-appini dagført Prísir-skjal. Fastir tímaprísir hjá STERK kunnu fevna um vanligar arbeiðsgevaraútreiðslur, tryggingar, umsiting og vinnuligan váða, sum STERK hevur sum arbeiðsgevari.

§ 4  Sjúkrafrávera og arbeiðsskaði

  • 4.1 Vanligar arbeiðsgevaraútreiðslur, umsiting og styttri frávera í sambandi við vanliga sjúku, sum ikki er arbeiðsskaði, eru sum útgangsstøði partur av samlaðu tænastuni og tímaprísinum hjá STERK.
  • 4.2 Um starvsfólk frá STERK kemur til skaða undir arbeiði hjá ella fyri Brúkarafyritøkuna, og STERK sambært galdandi lóggávu og/ella viðkomandi kollektivu avtalu verður bundið at rinda lønarmun, endurgjald fyri mista arbeiðstíð ella aðrar beinleiðis arbeiðsgevaraútreiðslur vegna arbeiðsskaðan, kann STERK krevja, at Brúkarafyritøkan endurrindar STERK skjalfestar beinleiðis nettoútreiðslur, í tann mun hesar fara út um tann vanliga og avmarkaða arbeiðsgevaraváða, sum er íroknaður tímaprísinum.
  • 4.3 Sum útgangsstøði fevnir íroknaði arbeiðsgevaraváðin um fyrstu 10.000 kr. í nettoútreiðslum hjá STERK fyri hvønn arbeiðsskaða, uttan so at annað er ásett í Prísir-skjalinum ella avtalað skrivliga millum partarnar. Nettoútreiðslur merkja skjalfestar beinleiðis útreiðslur eftir mótrokning av dagpeningaveiting, trygging, almennari veiting, arbeiðarafelagi, endurgjaldi ella aðrari skipan.
  • 4.4 Skyldan hjá Brúkarafyritøkuni ávirkar ikki rættindi hjá starvsfólkinum mótvegis STERK sum arbeiðsgevara. STERK rindar starvsfólkinum sambært galdandi reglum, og møgulig endurrindan frá Brúkarafyritøkuni er eitt millumverandi millum STERK og Brúkarafyritøkuna.

§ 5  Minsta Samstarvstíð

  • 5.1 Minsta samstarvstíðin fyri hvørt starvsfólk er 3 mánaðir. Um Brúkarafyritøkan endar samstarvið við eitt starvsfólk áðrenn 3 mánaðir eru liðnir, rindar Brúkarafyritøkan eitt gjald á DKK 10.000 pr. starvsfólk til at dekka upphaldskostnað (rekruttering, ferðing, innskrívingar).
  • 5.2 Gjaldið er galdandi óansæð orsøkini fyri endanum á samstarvinum, uttan so at STERK sjálvt endar samstarvið.
  • 5.3 Prísir-skjalið ella onnur skrivlig avtala við STERK kann áseta eina aðra minstu samstarvstíð.

§ 6  Depositum

  • 6.1 STERK kann krevja depositum frá Brúkarafyritøkuni sum trygging fyri gjaldingar, um STERK metir tað neyðugt. Depositumupphæddin verður ásett av STERK á grundarlagi av metingum av mánaðarligum arbeiðarakostnaði (løn, bústaður, tryggingar, arbeiðsklæði o.a.) og verður lýst í Prísir-skjalinum.
  • 6.2 Depositumið skal rindast áðrenn veiting byrjar. STERK kann brúka depositumið til at dekka útistaðandi fakturar eftir 3 rykkjarar, við skrivligari fráboðan. STERK skal senda yvirlit yvir avdrátt frá deposituminum.
  • 6.3 Tá samstarvið steðgar, sendir STERK skrivliga uppgerð av deposituminum, har útistaðandi krøv, t.e. útistaðandi gjøld verða drigin frá. Restupphaldið verður flutt til Brúkarafyritøkuna innan 30 dagar frá uppgerðini.
  • 6.4 Depositumið verður justerað samsvarandi um talið av starvsfólkum broytist.

§ 7  Flutningur av starvsfólki, amboðum og útgerð

  • 7.1 STERK veitir persónbil til flutning av starvsfólki millum bústað og arbeiðspláss, um hetta er avtalað millum partarnar.
  • 7.2 Brúkarafyritøkan hevur sjálv ábyrgd av at tryggja flutning av amboðum, útgerð og tilfari til og frá arbeiðsplássinum, herundir at útvega neyðugan vøruvogn ella annan hóskandi flutning.
  • 7.3 Persónbilur, sum STERK veitir til flutning av starvsfólki, er ikki ætlaður til flutning av amboðum, útgerð ella tilfari og skal ikki brúkast til hetta endamálið.
  • 7.4 Um Brúkarafyritøkan kortini brúkar persónbil frá STERK til flutning av amboðum, útgerð ella tilfari, hevur STERK rætt til at krevja, at slík nýtsla steðgar beinanvegin og at Brúkarafyritøkan útvegar hóskandi flutning uttan óneyðuga seinking.

§ 8  Try & Hire

  • 8.1 Brúkarafyritøkan kann nýta Try & Hire tænastuna, tá viðkomandi starvsfólk hevur verið veitt í minsta lagi 12 vikur og hevur havt í minsta lagi 650 góðkendar arbeiddar tímar hjá Brúkarafyritøkuni. Ferðing, frí, sjúka, steðgir og avlýstir tímar telja ikki við.
  • 8.2 Um Brúkarafyritøkan ynskir at seta ein starvsfólk í fast starv, skal Brúkarafyritøkan boða STERK frá skrivliga í seinasta lagi 14 dagar áðrenn starvsfólkið byrjar í føstum starvi hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 8.3 Try & Hire gjaldið er ásett í Prísir-skjalinum. Um einki annað er ásett, rindar Brúkarafyritøkan DKK 60.000 pr. starvsfólk frá 12 vikum / 650 góðkendum arbeiðstímum til áðrenn 6 mánaðir, DKK 45.000 frá 6 til áðrenn 12 mánaðir samanhangandi veiting, og DKK 30.000 eftir 12 mánaðir samanhangandi veiting. Verður starvsfólkið sett áðrenn 12 vikur / 650 góðkendar arbeiðstímar, við skrivligari góðkenning frá STERK, er gjaldið DKK 60.000 pr. starvsfólk, um einki annað er avtalað skrivliga. Samanhangandi veiting verður roknað frá fyrsta arbeiðsdegi hjá Brúkarafyritøkuni; steðgir og frí sambært avtalaðu arbeiðsskipanini slíta ikki samanhangin.
  • 8.4 Um Brúkarafyritøkan beinleiðis ella óbeinleiðis setir, rekrutterar, leigar inn ella knýtir starvsfólkið til sín uttan skrivliga góðkenning frá STERK, rindar Brúkarafyritøkan eitt gjald á 2 ferðir galdandi Try & Hire gjald, tó í minsta lagi DKK 90.000 pr. starvsfólk.
  • 8.5 Gjøldini eru galdandi frá byrjan av veitingini og til 12 mánaðir eftir síðsta arbeiðsdag hjá viðkomandi starvsfólki hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 8.6 Tá starvsfólkið fer í fast starv hjá Brúkarafyritøkuni, endar setanin hjá STERK sambært uppsagnarreglunum í sáttmálanum, og frá tí degi enda bústaður, tryggingar og aðrir fyrimunir frá STERK. Brúkarafyritøkan hevur ábyrgdina av at søkja um nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi, har tað krevst. Eftir serskildari avtalu kann starvsfólkið búgva víðari í bústaðnum hjá STERK móti veruligum kostnaði.

§ 9  Uppsøgn

  • 9.1 Samstarvið kann sigast upp við 3 mánaða skrivligari fráboðan til endan av einum mánaða, tó fyrst eftir 6 mánaðir.
  • 9.2 Uppsøgn av veiting av einstøku starvsfólki fer fram sambært galdandi kollektivu avtalu.
  • 9.3 Við munandi mishaldi kann samstarvið sigast upp, um mishaldið ikki verður rættað innan 14 dagar eftir skrivliga fráboðan.

§ 10  Krav og Fráboðan

  • 10.1 Brúkarafyritøkan skal boða STERK frá manglar við starvsfólki ella tænastuveiting innan 5 arbeiðsdagar frá tí, at mangulin er uppdagaður.
  • 10.2 Um fráboðan ikki verður send innan tíðarfrestina, missir Brúkarafyritøkan rættin til at seta krav.
  • 10.3 Krav ímóti STERK má setast seinast 12 mánaðir eftir at hendinginin var. Eftir hesa tíð er kravrætturin fallin.

§ 11  Ábyrgd

  • 11.1 Starvsfólk arbeiða undir leiðslu og eftirliti hjá Brúkarafyritøkuni. Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av arbeiðinum og arbeiðsplássinum.
  • 11.2 STERK ber ikki ábyrgd av skaðum, sum stinga seg upp í arbeiðsviðurskiftum, meðan starvsfólk arbeiða undir leiðslu hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 11.3 Um STERK, óansæð hetta, verður dømt ábyrgd, er samlaða ábyrgdin avmarkað til faktureraðu upphæddina fyri viðkomandi starvsfólk í seinasta 1 mánaðinum áðrenn hendingina.
  • 11.4 STERK hevur aldrin ábyrgd av óbeinleiðis tapi, t.d. mistum vinningi, víkjandi marknaði ella fylgiskaðum.
  • 11.5 Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av, at arbeiðsplássið er fevnt av galdandi ábyrgdartrygging fyri arbeiðsvirksemi.

§ 12  Force Majeure

  • 12.1 Eingin partur ber ábyrgd av ófullførdum skyldum, um orsøkin er umstøður uttanfyri partins kontroll, t.d. stormveður, ferðabann, pandemiir, stríðsligar atgerðir, ella myndugleika atgerðir.
  • 12.2 Parturin, sum verður ávirkaður, skal boða hinum partinum frá so skjótt sum gjørligt og gera alt rímiligt fyri at avmarka skaðan.

§ 13  Ikki-rekruttering

  • 13.1 Brúkarafyritøkan má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis rekruttera, seta í starv ella á annan hátt knýta til sín starvsfólk, sum STERK hevur veitt, uttan at nýta Try & Hire tænastuna (§ 8).
  • 13.2 Henda áseting er galdandi meðan samstarvið varir og í 12 mánaðir eftir, at veiting av viðkomandi starvsfólki er steðgað.
  • 13.3 Brot á hesa áseting førir til gjald sambært § 8.4: 2 ferðir galdandi Try & Hire gjald, tó í minsta lagi DKK 90.000 pr. starvsfólk.

§ 14  Null-Toleransa

STERK hevur eina null-toleransu reglu. Brot inniber tá ið starvsfólk:

  • a) nýta ólóglig rúsevni
  • b) fremja harðskap ella hóttanir
  • c) stjala
  • d) snýta við tímaskráseting
  • e) misnýta útgerð
  • f) fremja grov trygdarbrot
  • g) fremja diskriminering

Brot kann føra til beinleiðis uppsøgn og fíggjarliga ábyrgd hjá starvsfólkinum.

§ 15  Tryggingar

  • 15.1 STERK tryggjar at øll veitt starvsfólk hava galdandi arbeiðsskaðatrygging sambært Arbeiðsskaðalógini.
  • 15.2 Starvsfólk eru eisini tryggjað við ferða- og heilsutrygging (heimferð), og lívs- og brásjúkratrygging.
  • 15.3 STERK kann, um kravt, veita skjalprógv um galdandi tryggingar.

§ 16  Útskiftingartrygd

  • 16.1 Um veitt starvsfólk ikki uppfyllir rímilig faklig krøv ella ikki kann halda fram í starvssetan, sendir STERK nýtt starvsfólk innan rímiliga tíðarfrest.
  • 16.2 Brúkarafyritøkan skal boða STERK frá innan 5 arbeiðsdagar (sí § 10.1).
  • 16.3 Útskiftingartrygdin dekkar ikki støður, har Brúkarafyritøkan sjálv er orsøk til at starvsfólkið forðast.

§ 17  Trúnaður og Dátuvernd

  • 17.1 Allar upplýsingar í samstarvinum eru trúnaðarupplýsingar og mugu ikki latast triðja parti uttan skrivligt loyvi.
  • 17.2 Partarnir skulu fylgja galdandi lógum um dátuvernd (GDPR) viðvíkjandi handfaring av persónupplýsingum.
  • 17.3 Trúnaðarskyldan heldur fram eftir at samstarvið er steðgað.

§ 18  Kollektiv Avtala

  • 18.1 Øll lønar- og arbeiðsviðurskifti eru sambært galdandi føroysku kollektivu avtalu, sum ásett í Prísir-skjalinum.
  • 18.2 Um kollektiva avtalan broytist, hevur STERK rætt at justera flat-rate prísirnir samsvarandi sambært § 3.7, við gildi frá tí degi, sum broytingin í kollektivu avtaluni fær gildi.

§ 19  Lóggáva og Rættarstaður

  • 19.1 Føroyskur rættur er galdandi fyri samstarvið.
  • 19.2 Ósemjur skulu fyrst roynast loystar við samráðing. Um samráðing ikki ber til, verður málið lagt fyri Føroya Rætti.

§ 20  Broytingar

  • 20.1 STERK kann broyta hesar Almennu Treytir við 30 dagar skrivligari fráboðan. Nýggja útgávan verður lagd út á sterk.fo/treytir og er galdandi frá tí dato, sum er ásett.
  • 20.2 Um Brúkarafyritøkan ikki samtykkir broytingarnar, kann hon siga samstarvið upp sambært § 9.
  • 20.3 Prísir-skjalið kann bert broytast við skrivligari avtalu millum partarnar ella sambært § 3.6 ella § 3.7.

Bygt við virðing — sterk.fo/treytir