STERK Platform Beta — Week 21, 2026: selected users are beta-testing the STERK Platform.

Legal

Almennir Treytir

Almennir treytir fyri veiting av starvsfólki
General Conditions for Staffing Services

Galdandi frá: 14. april 2026  |  Útgáva: 1.3

Hesar Almennu Treytir galda fyri allar veitingar av starvsfólki frá STERK. Treytirnar eru ein partur av øllum samstarvsavtalum og Prísir-skjølum, sum verða undirskrivað millum STERK og kundan.

Hesar Almennu Treytir ("Treytirnar") eru galdandi fyri alt samstarv millum Sp/F STERK ("STERK" ella "Vikarfyritøkan") og kundan ("Brúkarafyritøkan"), sum undirskrivar ella í STERK Platform góðkennir eitt Prísir-skjal við STERK. Við at undirskriva ella góðkenna Prísir-skjalið, góðtekur Brúkarafyritøkan hesar treytir.

Treytirnar eru ávístar í Prísir-skjalinum og eru bindandi fyri báðar partar.

Galdandi útgáva av hesum treytum er altíð tann útgávan, sum er tøk á sterk.fo/treytir.

§ 1  Týðingar

  • 1.1 "Vikarfyritøkan" er Sp/F STERK, Skrás-nr. 8240, Garðavegur 57, 700 Klaksvík.
  • 1.2 "Brúkarafyritøkan" er kundin, sum hevur undirskrivað ella í STERK Platform góðkent Prísir-skjal við STERK.
  • 1.3 "Starvsfólk" eru teir, sum STERK veitir at arbeiða hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 1.4 "Prísir-skjal" merkir tann undirskrivaða ella í STERK Platform góðkenda prísavtalan, prísútrokningin, service order ella quote acceptance, ið ásetur flat-rate tímaprísirnar, arbeiðsskipanina, gildisdagin og galdandi útgávu av hesum treytum.

§ 2  Skyldur og Ábyrgd

STERK hevur ábyrgd av:

  • 2.1 Løn, skattur, sosial gjøld og allir lønarútreiðslur sambært galdandi kollektivu avtalu.
  • 2.2 Arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og at tryggja at øll lógarlig krøv eru uppfylt.
  • 2.3 Bústaður, møblering og reingerð.
  • 2.4 Ferðing (rotasjón): Flogferðir og Airport-shuttle.
  • 2.5 Arbeiðsklæði og skógvar.
  • 2.6 Tryggingar: arbeiðsskaða, ferða, lívs og brásjúkratrygging.
  • 2.7 Rekruttering, umsiting og øll daglig handfaring av starvsfólki uttanfyri arbeiðsplássið.
  • 2.8 Útskiftingartrygd: STERK tryggjar at senda nýtt starvsfólk, um veitt starvsfólk ikki uppfyllir krøv, innan rímiliga tíðarfreist.
  • 2.9 STERK hevur rætt at umskipa ella skifta starvsfólk millum Brúkarafyritøkur, um tað er neyðugt fyri rakstur ella um likaverdugt starvsfólk verður veitt í staðin. STERK boðar Brúkarafyritøkuni frá áðrenn og tryggjar at nýggja starvsfólkið hevur samanberuligan førleika og royndarstig.

Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av:

  • 2.10 Leiðslu og vegleiðing á arbeiðsplássinum. Starvsfólkið arbeiðir undir leiðslu og eftirliti hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 2.11 Eitt trygt arbeiðsumhvørvi og at virða galdandi sáttmálar og reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
  • 2.12 Útvéga neyðug amboð, trygdarbrillur, oyravernd og trygdahjálmar.
  • 2.13 At upplýsa STERK um øll viðkomandi setanarviðurskifti áðrenn starvsbyrjan.

§ 3  Prísir og Fakturering

  • 3.1 Flat-rate tímaprísirnir pr. starvsfólk eru ásettir í Prísir-skjalinum. Prísirnir fevna um allan kostnað innan avtalaðu arbeiðsskipanina.
  • 3.2 Tímar uttanfyri avtalaðu arbeiðsskipanina (t.d. yvir 60 tímar/viku) verða faktureraðir við lønarkostnaðinum: tímaløn sambært kollektivu avtalu + lønarkostnaðarprosentur (sosial gjøld). Hesir tímar verða serliga útgreinaðir á fakturanum.
  • 3.3 Um starvsfólkini skipanarliga arbeiða meira ella ørvísi enn avtalað, verður hetta tikið upp kvartalvíst og flat-rate prísirnir justeraðir.
  • 3.4 Fakturering fer fram aðru hvørju viku, grundað á góðkendar arbeiðstímar. Tímaskráseting skal sendast seinast mánadag kl. 12:00 fyri seinastu tvær vikurnar.
  • 3.5 Allir fakturar skulu gjaldast innan 7 dagar frá móttøku. Seinkað gjald kann føra til rentu á 1,5% pr. byrjaðan mánaðan og/ella steðg í tænastuveiting.
  • 3.6 STERK kann eina ferð um árið, við gildi frá 1. januar, javna flat-rate tímaprísirnar fyri at endurspegla broytingar í ikki-lønartengdum kostnaði við at veita starvsfólkatænastuna. Hetta fevnir m.a. um bústað, streym, hita, vatn, internet, reingerð, lokala ferðing, arbeiðsklæði/PPE, tryggingar, ferðing, umsiting og annan rakstrarkostnað. Javningin kann byggja á skjalprógvaðar kostnaðarbroytingar og/ella nýggjasta viðkomandi brúkaraprístal frá Hagstovu Føroya. Javningin fevnir um ikki-lønartengdu kostnaðarpartarnar av tímaprísinum og kemur ikki í staðin fyri serligar javningar sambært § 3.7 ella § 18.2. STERK gevur í minsta lagi 30 daga skrivliga fráboðan og sendir ella ger tøkt í STERK Platform dagført Prísir-skjal, áðrenn árliga kostnaðarjavningin fær gildi.
  • 3.7 Broytingar í sáttmálaløn, yvirtíðarsatsum, pensjón, frítíðarløn, skattum, lógarásettum gjøldum, tryggingarkrøvum, lóggávu ella øðrum kravdum setanarkostnaði kunnu verða lagdar afturat flat-rate tímaprísinum serstakt frá árligu kostnaðarjavningini. Slíkar prísbroytingar kunnu fáa gildi frá sama degi, sum viðkomandi kollektiva avtala, lóg, myndugleikakrav ella kravda kostnaðarbroyting fær gildi. Um slík broyting verður samtykt, undirskrivað ella almannakunngjørd eftir gildisdagin, kann STERK eftirfakturera munin fyri arbeiðstímar frá gildisdegnum. STERK gevur Brúkarafyritøkuni skrivliga fráboðan so skjótt sum rímiliga gjørligt og sendir ella ger tøkt í STERK Platform dagført Prísir-skjal.

§ 4  Sjúkrafrávera

  • 4.1 Almannaverkið fakturerar STERK fyri sjúkradagpening (1.–5. fráverudag). STERK fakturerar síðani Brúkarafyritøkuna fyri hesar útreiðslur, og viðheftir fakturan frá Almannaverkinum sum skjalprógv.

§ 5  Minsta Samstarvstíð

  • 5.1 Minsta samstarvstíðin fyri hvørt starvsfólk er 3 mánaðir. Um Brúkarafyritøkan endar samstarvið við eitt starvsfólk áðrenn 3 mánaðir eru liðnir, rindar Brúkarafyritøkan eitt gjald á DKK 10.000 pr. starvsfólk til at dekka upphaldskostnað (rekruttering, ferðing, innskrívingar).
  • 5.2 Gjaldið er galdandi óansæð orsøkini fyri endanum á samstarvinum, uttan so at STERK sjálvt endar samstarvið.

§ 6  Depositum

  • 6.1 STERK kann krevja depositum frá Brúkarafyritøkuni sum trygging fyri gjaldingar, um STERK metir tað neyðugt. Depositumupphæddin verður ásett av STERK á grundarlagi av metingum av mánaðarligum arbeiðarakostnaði (løn, bústaður, tryggingar, arbeiðsklæði o.a.) og verður lýst í Prísir-skjalinum.
  • 6.2 Depositumið skal rindast áðrenn veiting byrjar. STERK kann brúka depositumið til at dekka útistaðandi fakturar eftir 3 rykkjarar, við skrivligari fráboðan. STERK skal senda yvirlit yvir avdrátt frá deposituminum.
  • 6.3 Tá samstarvið steðgar, sendir STERK skrivliga uppgerð av deposituminum, har útistaðandi krøv, t.e. útistaðandi gjøld verða drigin frá. Restupphaldið verður flutt til Brúkarafyritøkuna innan 30 dagar frá uppgerðini.
  • 6.4 Depositumið verður justerað samsvarandi um talið av starvsfólkum broytist.

§ 7  Flutningur av starvsfólki, amboðum og útgerð

  • 7.1 STERK veitir persónbil til flutning av starvsfólki millum bústað og arbeiðspláss, um hetta er avtalað millum partarnar.
  • 7.2 Brúkarafyritøkan hevur sjálv ábyrgd av at tryggja flutning av amboðum, útgerð og tilfari til og frá arbeiðsplássinum, herundir at útvega neyðugan vøruvogn ella annan hóskandi flutning.
  • 7.3 Persónbilur, sum STERK veitir til flutning av starvsfólki, er ikki ætlaður til flutning av amboðum, útgerð ella tilfari og skal ikki brúkast til hetta endamálið.
  • 7.4 Um Brúkarafyritøkan kortini brúkar persónbil frá STERK til flutning av amboðum, útgerð ella tilfari, hevur STERK rætt til at krevja, at slík nýtsla steðgar beinanvegin og at Brúkarafyritøkan útvegar hóskandi flutning uttan óneyðuga seinking.

§ 8  Try & Hire

  • 8.1 Brúkarafyritøkan kann nýta Try & Hire tænastuna, tá viðkomandi starvsfólk hevur verið veitt í minsta lagi 12 vikur og hevur havt í minsta lagi 650 góðkendar arbeiddar tímar hjá Brúkarafyritøkuni. Ferðing, frí, sjúka, steðgir og avlýstir tímar telja ikki við.
  • 8.2 Um Brúkarafyritøkan ynskir at seta ein starvsfólk í fast starv, skal Brúkarafyritøkan boða STERK frá skrivliga í seinasta lagi 14 dagar áðrenn.
  • 8.3 Try & Hire gjaldið er ásett í Prísir-skjalinum. Um einki annað er ásett, rindar Brúkarafyritøkan DKK 60.000 pr. starvsfólk frá 12 vikum / 650 góðkendum arbeiðstímum til áðrenn 6 mánaðir, DKK 45.000 frá 6 til áðrenn 12 mánaðir samanhangandi veiting, og DKK 30.000 eftir 12 mánaðir samanhangandi veiting.
  • 8.4 Um Brúkarafyritøkan beinleiðis ella óbeinleiðis setir, rekrutterar, leigar inn ella knýtir starvsfólkið til sín uttan skrivliga góðkenning frá STERK, rindar Brúkarafyritøkan eitt gjald á 2 ferðir galdandi Try & Hire gjald, tó í minsta lagi DKK 90.000 pr. starvsfólk.
  • 8.5 Gjøldini eru galdandi frá byrjan av veitingini og til 12 mánaðir eftir síðsta arbeiðsdag hjá viðkomandi starvsfólki hjá Brúkarafyritøkuni.

§ 9  Uppsøgn

  • 9.1 Samstarvið kann sigast upp við 3 mánaða skrivligari fráboðan til endan av einum mánaða, tó fyrst eftir 6 mánaðir.
  • 9.2 Uppsøgn av veiting av einstøku starvsfólki fer fram sambært galdandi kollektivu avtalu.
  • 9.3 Við munandi mishaldi kann samstarvið sigast upp, um mishaldið ikki verður rættað innan 14 dagar eftir skrivliga fráboðan.

§ 10  Krav og Fráboðan

  • 10.1 Brúkarafyritøkan skal boða STERK frá manglar við starvsfólki ella tænastuveiting innan 5 arbeiðsdagar frá tí, at mangulin er uppdagaður.
  • 10.2 Um fráboðan ikki verður send innan tíðarfrestina, missir Brúkarafyritøkan rættin til at seta krav.
  • 10.3 Krav ímóti STERK má setast seinast 12 mánaðir eftir at hendinginin var. Eftir hesa tíð er kravrætturin fallin.

§ 11  Ábyrgd

  • 11.1 Starvsfólk arbeiða undir leiðslu og eftirliti hjá Brúkarafyritøkuni. Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av arbeiðinum og arbeiðsplássinum.
  • 11.2 STERK ber ikki ábyrgd av skaðum, sum stinga seg upp í arbeiðsviðurskiftum, meðan starvsfólk arbeiða undir leiðslu hjá Brúkarafyritøkuni.
  • 11.3 Um STERK, óansæð hetta, verður dømt ábyrgd, er samlaða ábyrgdin avmarkað til faktureraðu upphæddina fyri viðkomandi starvsfólk í seinasta 1 mánaðinum áðrenn hendingina.
  • 11.4 STERK hevur aldrin ábyrgd av óbeinleiðis tapi, t.d. mistum vinningi, víkjandi marknaði ella fylgiskaðum.
  • 11.5 Brúkarafyritøkan hevur ábyrgd av, at arbeiðsplássið er fevnt av galdandi ábyrgdartrygging fyri arbeiðsvirksemi.

§ 12  Force Majeure

  • 12.1 Eingin partur ber ábyrgd av ófullførdum skyldum, um orsøkin er umstøður uttanfyri partins kontroll, t.d. stormveður, ferðabann, pandemiir, stríðsligar atgerðir, ella myndugleika atgerðir.
  • 12.2 Parturin, sum verður ávirkaður, skal boða hinum partinum frá so skjótt sum gjørligt og gera alt rímiligt fyri at avmarka skaðan.

§ 13  Ikki-rekruttering

  • 13.1 Brúkarafyritøkan má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis rekruttera, seta í starv ella á annan hátt knýta til sín starvsfólk, sum STERK hevur veitt, uttan at nýta Try & Hire tænastuna (§ 8).
  • 13.2 Henda áseting er galdandi meðan samstarvið varir og í 12 mánaðir eftir, at veiting av viðkomandi starvsfólki er steðgað.
  • 13.3 Brot á hesa áseting førir til gjald á DKK 30.000 fyri hvørt starvsfólk (sí § 8.4).

§ 14  Null-Toleransa

STERK hevur eina null-toleransu reglu. Brot inniber tá ið starvsfólk:

  • a) nýta ólóglig rúsevni
  • b) fremja harðskap ella hóttanir
  • c) stjala
  • d) snýta við tímaskráseting
  • e) misnýta útgerð
  • f) fremja grov trygdarbrot
  • g) fremja diskriminering

Brot kann føra til beinleiðis uppsøgn og fíggjarliga ábyrgd hjá starvsfólkinum.

§ 15  Tryggingar

  • 15.1 STERK tryggjar at øll veitt starvsfólk hava galdandi arbeiðsskaðatrygging sambært Arbeiðsskaðalógini.
  • 15.2 Starvsfólk eru eisini tryggjað við ferða- og heilsutrygging (heimferð), og lívs- og brásjúkratrygging.
  • 15.3 STERK kann, um kravt, veita skjalprógv um galdandi tryggingar.

§ 16  Útskiftingartrygd

  • 16.1 Um veitt starvsfólk ikki uppfyllir rímilig faklig krøv ella ikki kann halda fram í starvssetan, sendir STERK nýtt starvsfólk innan rímiliga tíðarfrest.
  • 16.2 Brúkarafyritøkan skal boða STERK frá innan 5 arbeiðsdagar (sí § 10.1).
  • 16.3 Útskiftingartrygdin dekkar ikki støður, har Brúkarafyritøkan sjálv er orsøk til at starvsfólkið forðast.

§ 17  Trúnaður og Dátuvernd

  • 17.1 Allar upplýsingar í samstarvinum eru trúnaðarupplýsingar og mugu ikki latast triðja parti uttan skrivligt loyvi.
  • 17.2 Partarnir skulu fylgja galdandi lógum um dátuvernd (GDPR) viðvíkjandi handfaring av persónupplýsingum.
  • 17.3 Trúnaðarskyldan heldur fram eftir at samstarvið er steðgað.

§ 18  Kollektiv Avtala

  • 18.1 Øll lønar- og arbeiðsviðurskifti eru sambært galdandi føroysku kollektivu avtalu, sum ásett í Prísir-skjalinum.
  • 18.2 Um kollektiva avtalan broytist, hevur STERK rætt at justera flat-rate prísirnir samsvarandi sambært § 3.7, við gildi frá tí degi, sum broytingin í kollektivu avtaluni fær gildi.

§ 19  Lóggáva og Rættarstaður

  • 19.1 Føroyskur rættur er galdandi fyri samstarvið.
  • 19.2 Ósemjur skulu fyrst roynast loystar við samráðing. Um samráðing ikki ber til, verður málið lagt fyri Føroya Rætti.

§ 20  Broytingar

  • 20.1 STERK kann broyta hesar Almennu Treytir við 30 dagar skrivligari fráboðan. Nýggja útgávan verður lagd út á sterk.fo/treytir og er galdandi frá tí dato, sum er ásett.
  • 20.2 Um Brúkarafyritøkan ikki samtykkir broytingarnar, kann hon siga samstarvið upp sambært § 9.
  • 20.3 Prísir-skjalið kann bert broytast við gagnkvæmari skrivligari avtalu ella sambært § 3.6 ella § 3.7.

Bygt við virðing — sterk.fo/treytir